FRÓÐI

“Eg eri yrkiskempari í MMA, og tað havi eg verið síðani 2005. Eg byrjaði í WT-sentrinum, tá tann fyrsti brasilianarin kom til Danmarkar. Eg havi ongantíð verið amatørkempari, einans yrkiskempari, sum eg bleiv aftan á bara fýra mánaðir av venjing.

Eg havi kempað til stevnur við bæði 4.000 og 5.000 áskoðarum. Eitt nú Jungle Fight í Brasil, Cage Warriors í Onglandi, Hell Cage í Kekkia, Superior Challenge og The Zone í Svøríki.

Tann greinin, sum eg legði meg eftir og bleiv bestur til, var grappling. Í 2006 fór eg til Brasil við brasilska venjara mínum og gjørdist tann fyrsti hvíti maðurin, «gringo», at vinna Campeonato Amazonense.

ADCC er tann størsta kappingin innan fyri Nogi grappling. Eg havi verið við í ADCC European Trials tvær ferðir. Fyrstu ferð vóru ikki úttøkuroyndir í Danmark. Eg fór einsamallur við tokinum til Týsklands og varð kvalifiseraður til ADCC European Trials í Turku í Finnlandi. Eg gjørdist nummar trý av 58 luttakarum.

Í nógv ár havi eg vant saman við donskum UFC-kemparum, eitt nú Nicolas Dalby, sum var mín dagligi venjingarfelagi og ein tann besti danski MMA-kemparin. Eisini havi eg vant saman við Damir Hadsovic og Mads Burnell. Síðstnevndi er nummar seks í Bellator. Vit hittust í glímingarfelagnum, og tað var eg, sum introduseraði hann fyri MMA.

Eg havi vant saman við teimum bestu og ferðast um allan heimin. Eg vil ongantíð gevast í hesi ítróttargreinini. Ímeðan havi eg lokið kandidatútbúgving í ítrótti við sergrein í ítróttarsálarfrøði. Ein partur av míni tíð fer nú við at upplæra og stuðla ungar kemparar. Hetta er næsti kapittul í mínum lívi, men nú er tíð til mín seinasta kamp – mítt farvæl til MMA.”

JOAKIM

Joakim er 31 ár og hevur íðkað kampsport í 23 ár. Hann byrjaði við judo, og seinni fór hann undir boksing, hann hevur vunnið meistaraskap í Danmark og luttikið í heimsmeistaraskapi í MMA og í Brave FC.

Aftur at tí hevur hann vunnið fleiri altjóða kappingar og stevnur. Joakim er sera dugnaligur í muay thai, grappling og kickboksing, og enn hevur hann ikki tapt ein dyst í muay thai.

Fyrr í ár vann Joakim ISKA-beltið í kickboksing, so hann er í løtuni heimsmeistari í hesi ítróttagreinini, har hann vann finaluna í rundu 2 við knockout.

Av amatørdystum hevur Joakim vunnið 10 og tapt 1. Hetta er eitt av bestu metum í amatør-MMA í Danmark.

HØGNI CANON

Høgni hevur vant MMA síðani 2017. Hann hevur vant saman við nøkrum av bestu MMA-venjarunum í heiminum, eitt nú George og Frank Hickmam.

Høgni hevur eisini verið í Tailandi og vant við nøkrum av bestu MMA-kemparunum, sum hevur motiverað hann til at koma langt í MMA-heiminum. Høgni gleðir seg til at kempa sín fyrsta ordiliga kamp á heimabana í Høllini á Hálsi 20. mai 2023.

NOAH

Noah er 19 ára gamal og hevur einans vant í tvey ár, men longu nú sæst, at hann er eitt gávumenni innan fyri MMA. Hann hevur áður kempað í danska meistaraskapinum í tai-boksing og gjørdist nummar eitt í einari grappling-kapping.
 
Fyrstu ferð Noah kempaði, var til DM í MMA í 2022, har hann kempaði móti fyrrverandi donskum meistarum. Eingin ivi er um, at Noah er ein ungur kempari við stórum menningarmøguleikum, og vit eru sera glað fyri, at hann kemur til Føroya at kempa í Høllini á Hálsi tann 20. mai.

CASPER ELMAN

Casper (Heavy Hands) Elman er 23 ára gamal og hevur vant kampsport í tvey ár. Hann hevur kempað tveir kampar og fingið tveir sigrar í taiboksing. Hann var eisini útnevndur at vera besti kemparin á Match Cup í 2022.
 
Casper er sera gávuríkur, og hann kempar altíð ein góðan kamp. Vit gleða okkum at síggja Casper í ringinum 20. mai.

Enea Sopa

Vit eru glaðir at kunngera enn ein kempara: Enea Sopa. Hann hevur vant MMA í fýra ár og hevur longu kempað fimm kampar. Hann fer uttan iva at geva okkum ein áhugaverdan kamp at hyggja at.
 
 

Jonas Duracecl Troest

Jonas Duracecl Troest er 27 ára gamal og hevur vant MMA í 13 ár. Vit eru spent og fegin um, at Jonas hevur valt at kempa til okkara tiltak.
 
Vit eru ikki í iva um, at Jonas fer at undirhalda okkum við einum fantastiskum kampi.

ANTON BANG

Anton Bang er 28 ára gamal og vigar 84 kg. Hann hevur luttikið í fýra jiu jitsu-kappingum seinasta árið. Anton byrjaði at venja jiu jitsu fyri fýra árum síðani, og hann hevur vant taiboksing í Tailandi við sera dugnaligum meistarum í taiboksing.

Anton er nú íðkandi venjari, og hann venur sínar MMA-eginleikar hvønn dag. Vit gleða okkum at síggja spennandi dystin hjá Antoni í búrinum 20. mai.